Neyvan nakra staðni í landinum er kappingin millum tey ymsu plássini í valdøminum so stór um tingmenninar, sum hon er í Eysturoy, har nógvar av bygdunum eru javnt stórar.
Og eingin ivi er um, at hesa ferð var tað Fuglafjørður, sum fór avstað við sigrinum í næststørsta valdøminum.
Tað er ongantíð áður komið fyri, at Fuglafjørður hevur gjørt eitt so gott val, sum teir gjørdu hesa ferð.
Undan valinum var bara Signar á Brúnni tingmaður í Fuglafirði, men nú hevur tjóðveldismaðurin bæði fingið Jógvan á Lakjuni úr fólkaflokkinum og Dan Reinert Petersen úr javnaðarflokkinum afturat sær.
Tunnligt á
vestaru síðuni
Eiðis bygd stuðlaði væl Tordi Niclassen, men Miðflokkurin misti mannin í Eysturoy, og nú er Edmund Joensen einsamallur eysturoyartingmaður í Eysturoy, sum ikki býr við Skálafjørðin ella í Fuglafirði.
Leirvík misti sín mann, tí Kjartan Joensen varð ikki afturvaldur, og Gøta hevur framvegis ongan tingmann. Andreas Petersen var nakrar fáar atkvøður frá at verða valdur og harvið fáa javnaðartingmannin aftur til Gøtu. Har hevur hann ikki verið, síðani Jákup Fr. Øregaard gavst í politikki í 1978.
Strandingar góvu megnaðu Jóhannes Martin Olsen dyggga undirtøku, men tað var ikki nóg mikipð til at hann kundi vinna annan sambandssessin í valdøminum. Á Skála høvdu tey vónað, at tað fór at eydnast at fáa javnaðarmannin aftur, sum tey mistu, tá Jørgen Thomsen ikki stillaði uppaftur í 1994, men tað eydnaðist ikki. Sylverius Jacobsen fekk 175 atkvøður, og tað var tjúgu ov lítið fyri at verða valdur.
Tað var stórur spenningur á Toftum, um tað fór at eydnast at varðveita mannin, nú Jógvan Ingvard Olsen ikki stillaði uppaftur. Alfred Olsen var so dyggiliga valdur. Hann fekk fleiri atkvøður, enn Jógvan Ingvard Olsen nakrantíð hevur fingið á Toftum.
Lassi Klein var einasti tingmaður í Runavíkar kommunu undan valinum, men hann fall.
Triðji størsta kommuna í landinum hevur kortini ein tingmann. Tað er Sámal Petur í Grund, sum varð valdur á ting fyri fyrstu ferð. Hann er eykavaldur, men undirtøkan hjá Sámal Peturi í Grund var stór. Hann fekk 534 persónligar atkvøður. Alfred Olsen fekk 388, Jógvan á Lakjuni 382 og Edmund Joensen 326.










