Fuglafjarðar gentukór gevur fløgu út

Á Varmakeldu gevur Fuglafjarðar gentukór fløgu út. Hetta er brot úr tveimum konsertum onnur frá 1986 og onnur frá 1996. Tann fyrra er tikin upp av Íslendska Ríkisútvarpinum í Langholtskirkju í Reykjavík fyrts í juli 1986, og tann seinra er tikin upp í Fuglafjarðar kirkju 4. August 1996. Hetta var beint áðrenn kórið fór á konsertferð til Østerdalen í Noregi hetta árið.

Tað eru 10 ár runnin millum hesar upptøkur, og sostatt er hópurin ikki tann sami. Kórið hevur nú 20 ár á baki og hava einar 150 gentur sungið við í hesum kóri. 1984 kom band út við kórinum og nú er so fløga komin á marknaðin. Hon fæst til keyps í sølubúðunum á Varmakeldu í Fuglafirði og frá Tutl í Tórshavn. Tað er plátufelagið Tutl, ið gevur fløguna út.

Kórleiðari er Frits Johannesen, klaver spæla Eyðun á Lakjuni, Jógvan á Lakjuni, Godtfred Joensen og Heðin kambsdal orgul.