Á fyrstu 300 metrunum kendist tað vera møguleiki fyri, at tað kanska fór at verða størri spenningur, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.
Men tað var skjótt, at Erla Kongsdóttir vísti, at í hesi kappingini eru tað bara tær úr Fuglafirði, sum hava nakað at siga.
Svanur av Skála og Teistin av Argjum høvdu hug at spíska seg, men báðir vórðu slignir á nevið av Erlu Kongsdóttir, sum var meiri enn fimm sekund undan Teistanum, sum vann kappingina um næstfremsta plássið.
Havfrúgvin, sum higartil hevur verið drúgv í kappingini um fremsta plássið aftanfyri Erlu Kongsdóttir, endaði í dag á fjórða plássi
Í fjør vann Erla Kongsdóttir FM við fullum stigatali, og okkurt skal venda heilt øðrvísi, enn tað hevur gjørt higartil í ár, um Erla Kongsdóttir ikki eisini í ár fer at vinna FM við fullum stigatali.
1 Erla Kongsdóttir 5:14.09
2 Teistin 5:19.20
3 Svanur 5:21.01
4 Havfrúgvin 5:23.29
5 Junkarin 5:36.17
6 Blikur 5:38.23
FM
1 Erla Kongsdóttir 42
2 Havfrúgvin 32
3 Svanur 30









