FTZ-deildin aftur í vetur

Besta mansdeildin í hondbólti fer aftur í vetur at eita FTZ-deildin, eins og hon gjørdi tað undanfarna vetur

Besta mansdeildin í hondbólti fer aftur í vetur at eita FTZ-deildin, eins og hon gjørdi tað undanfarna vetur.

Tað er greitt, eftir at Hondbóltssambandið og FTZ á sølustevnu um vikuskiftið skrivaðu undir uppá at leingja samstarvið.

Farna kappingarár var tað fyrsta, har besta mansdeildin kallaðist FTZ-deildin, eftir at Atlantsflog annars hevði lagt navn til deildina í tíggju ár.

Teir í FTZ siga ein brennandi áhuga fyri hondbólti vera sína orsøk fyri at samstarva við Hondbóltssambandið um bestu mansdeildina.

Og í sínum lagi fegnast Hondbóltssambandið um, at avtalan er eitt gott fíggjarligt íkast til breiddina í føroyskum hondbólti.