Bæði a-landsdystur og U21 landsdystur á heimavølli eru á skránni næsta leygardag. Tað er orsøkin til, at síðsta umfarið í næstbestu fótbóltsdeildini ikki er á skránni fyrrenn annan leygardag.
Í dag varð næstsíðsta umfarið avgreitt, og undan síðsta umfarinum eru allir spurningarnir viðvíkjandi uppflyting og heiðursmerkjum og niðurflyting avgreiddir.
B68 og ÍF skulu næsta kappingarár spæla í Formuladeildini. B68 hevur vunnið gull, og ÍF hevur vunnið silvur.
Undan dagsins umfarið var møguleiki fyri, at TB kundi taka bronsumerkini frá FSV04. Tann møguleikin er eftir 2-0 FSV04 heimasigur á TB burtur. FSV04 tryggjaði sær við sigrinum bronsukrónurnar.
B36 og KÍ eru flutt niður í 2. deild.
HB-SÍ 1-3 (1-1)
FSV04-TB 2-0 (2-0)
B36-LÍF 2-1 (0-1)
KÍ-ÍF 1-3 (0-2)
NSÍ-B68 1-1 (0-0)
Støðan eftir 26 umfør:
B68 69 stig
ÍF 58 stig
FSV04 51 stig
TB 43 stig
LÍF 40 stig
NSÍ 30 stig
HB 29 stig
SÍ 27 stig
KÍ 17 stig
B36 12 stig
27. umfar leygardagin 20. oktober
B68-KÍ
ÍF-B36
LÍF-FSV04
TB-HB
SÍ-NSÍ