Tá ið FSV04 og teir næstbestu í NSÍ seinnapartin fara at royna seg á Valloyrini, mugu teir á heimaliðnum finna seg í, at teir eru stórfavorittar. FSV04 hevur vunnið seks tær seinastu ferðirnar. Sigrarnir hava ikki altíð verið so stórir, men úrtøkan hevur verið so mikið góð, at FSV04 nú er á uppflytingarplássi.
NSÍ var mikukvøldið í Sørvági, og tá fóru teir til hús við teprum 2-1 tapi. Tað var meint hjá NSÍ liðið, ið sum mál hevur at varðveita plássið í deildini.
Bólturin er framvegis rundur, og næstbesta NSÍ liðið hevur víst seg at hava gott álop. Á FSV04 heimasíðuni verður staðiliga heitt á heimamenninar um at taka uppgávuina í nóg stórum álvara og at bróta upp um armar.