FSN setir spurnartekin við Skipaeftirlitið

Herfyri fekk Føroya Skipara-og Navigatørfelag svar frá Skipaeftirlitinum um spurningar, sum felagið hevur sett í Topaz-málinum. – Eg haldi, at svarið er ógvuliga jánkasligt, og vit halda eisini, at stovnurin fer ógvuliga lætt um eitt slíkt álvarsmál mál sum hetta, sigur Eyðstein Djurhuus

Skipaeftirlit

 

Tá málið um manningina umborð á verksmiðjutrolaranum Topaz, sum liggur í Las Palmas, gjørdist kent í føroysku fjølmiðlunum, vendi Føroya Skipara-og Navigatørfelag sær eitt nú til Skipaeftirltið við einum ítøkiligum spurningi.

- Hetta var ein av fyrstu døgunum í september. Saman við brævinum, sum manningin á Topaz hevði sent okkum, spurdu vit Skipaeftirlitið, um stovnurin metir, at sjómanslógin og løgtingslógin um trygd á sjónum verður hildin, soleiðis sum manningin á Topaz greiddi frá støðuni, tey vóru komin í. Herfyri fingu vit svarið hjá Skipaeftirlitinum, sum vit halda vera ógvuliga jánkasligt. Vit halda, at stovnurin í sínum svari fer ógvuliga lætt um eitt slíkt álvarsmál mál sum hetta.

 

Einki galið tekniskt

Eyðstein sigur, at Skipaeftirlitið í sínum svari vísir til manningarviðurskiftini umborð á Topaz, og um hesi sigur stovnurin:

”Út frá teimum upplýsingum, sum Skipaeftirlitið hevur fingið um málið, bendir einki á, at tað tekniskt er nakað galið við skipinum – herundir uppihaldsrúmum ella tekniska arbeiðsumhvørvinum annars...”

Formaðurin í FSN vísir á, at stovnurin síðan sigur, at Topaz ongantíð er sýnaður av Skipaeftirlitinum, og at reiðarin heldur ikki hevur biðið um sýn.

Og síðan verður lagt aftrat:

”Tá Skipaeftirlitið sostatt ikki hevur nøkur útistandandi teknisk krøv móti skipinum, er løgtingslógin um trygd á sjónum heldur ikki viðkomandi fyri málið...”

- Skipaeftirlitið sigur, at málið um Topaz var ein spurningur um manglandi útgjalding av hýru til manningina, og at talan sostatt var um eina arbeiðsrættarliga trætu, sum skal viðgerast eftir avvarðandi sáttmála og møguliga reglunum í sjólógini um sjópant.

Eyðstein Djurhuus sigur, at Skipaeftirlitið í endanum av svari sínum sigur, at um felagið hevur aðrar spurningar, er FNS vælkomið at seta seg í samband við undirritaða, sum er stjórin, Vilhjálmur Gregoriussen, sjálvur, ella við onnur starvsfólk á stovninum.

 

Helst fakliga rætt

- Tað kann væl vera, at svarið hjá Skipaeftirlitinum er fakliga rætt, men mær dámar ikki hugburðin um, at tað at síggja til er líka mikið, um sjófólk umborð á skipum undir føroyskum flaggi verða útnyttað á so grovan hátt, sum málið um Topaz er eitt dømi um. Tað tykir mær løgið, at ein slíkur stovnur sum Skipaeftirlitið eftir svarinum at døma ikki heldur hetta vera ein trupupulleika.

Eyðstein vísir á, at tá ein reiðari ynskir at skráseta skip undir føroyskum flaggi, kann Skipaeftirlitið ikki nokta, at skipið verður skrásett. Tað er ikki fyrr enn tann dag, tá skipið skal hava neyðugu siglingarloyvini, at eftirlitið kemur uppí málið.

- Men løgtingslógin um trygd á sjónum er kortini galdandi, sjálvt um skipið liggur við bryggju, og tað er sjómanslógin helst eisini, leggur hann aftrat.

 

Á altjóða palli

Eyðstein vísir á, at ikki minst í hesum døgum, nú føroyska samfelagið tosar um, at føroyska altjóða skipaskrásetingin skal gerast heimsumfevnandi, eiga vit sum tjóð at ansa væl eftir, hvat tað er, sum vit fyritaka okkum uttanfyri landoddarnar.

- Gera vit ikki tað, kann hetta rættiliga koma okkum aftur um brekkur í ringum umdømi kring um heimin, leggur hann aftrat.

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at manningarfeløgini helst fara at taka ein fund við nýggja landsstýrismannin um viðurskifti, sum eitt nú snúgva seg um betri eftirlit við virksemi á føroyskum kjøli.

- Vit vilja eisini hava at vita, hvat føroyskir myndugleikar halda um ymiskt, sum frammi hevur verið um, hvussu útlendsk sjófólk eru viðfarin umborð á skipum undir føroyskum flaggi.

Eyðstein sigur, at manningarfeløgini kunnu ikki standa sum garrantar fyri, at viðurskifti umborð á føroyskum skipum eru í lagi kring um heimin.

- Vit ivast eisini í, hvussu rætt tað er, at skip kunnu skrásetast undir føroyskum flaggi – uttan, at Skipaeftirlitið yvirhøvur hevur verið umborð á hesum skipum. Tað tykist undarligt.

 

Seta spurnartekin

Hann leggur dent á, at líkamikið hvar í heiminum skip sigla undir føroyskum flaggi, er somu lógir galdandi, sum um skipini sigldu í okkara egna sjógvi.

- Vit eru í iva um mátan, sum Skipaeftirlitið rekur sítt virksemi, har tað í nógvum førum eru klassafeløg, sum gera eftirlitsarbeiði, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.