Tá Vinnuhúsið flutti úr ognini undir Brúnni og oman á Óðinshædd, har felagið hevur bygt sær nýggjan bygning, varð ognin undir Brúnni lýst til sølu.
Og í dag - 17. august 2015 - hevur Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN) keypt ognina undir Brúnni frá Vinnuhúsinum.
Tað vóru Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, og Marita Rasmusen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum skrivaðu undir skeytið seinnapartin í dag.
- Høvuðsbygningurin undir Brúnni er í trimum hæddum, sum tilsamans fevna um 450 fermetrar. Umframt høvuðsbygningin er ein minni bygningur, sum er 65 fermetrar.
Tað skrivar heimasíðan hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag í dag.
- Felagið er nú farið undir eina innflytingartilgongd. Í fyrsta umfari hevur felalgið ikki tørv á øllum fermetrunum, og tí liggur tað í kortunum at leiga partar av ognini út
Føroya Skipara-og Navigatørfelag seldi fyrr í summar ognina, sum felagið - í mong ár - átti í Jekaragøtu.