Í samrøðu við FSF Varpið sigur Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari, at hann væntar sterka mótstøðu, tá Russland tekur ímóti hósdagin. Føroyska liðið fer í øllum føri eftir tí eina stignum í Krasnodar
Til ber at síggja FSF Varpið við at trýst á pílin á myndini
Hósdagin spælir føroyska U21-landsliðið fjórða dystin í EM-undankappingini. Hesaferð er mótstøðuliðið Russland. Dysturin verður spældur í suðurrussiska býnum Krasnodar.
Dysturin verður hósdagin 12. november, klokkan 16:00 føroyska tíð.











