FSF stuðlar Sepp Blatter

Tað er niðurstøðan, eftir at tey føroysku umboðini fyri FSF, hava avgreitt sína stemmu í forseta valinum í FIFA í Zurich í dag, sum Sepp Blatter vann. Sepp Blatter fekk 186 atkvøður av 203 og er sostatt afturvaldur sum FIFA forseti tey komandi fýra árini.

 

Forsetin í FSF, Christian Andreasen, sigur við Rás2 fyri løtu síðan, at teir saman við hinum norðurlondunum hava stemmað upp á Sepp Blatter.

 

Leingi sá út til, at tað fór at verða stríðsval, men fyri kortum var mótvalevni hjá Sepp Blatter, katarbúgvin Mohammen Bin Hammam, burturvísur úr FIFA eftir at hann varð skuldsetur fyri at hava verið íblandaður í mutri í samnband við at Katar vann rættin at hýsa HM endaspælinum í 2022.

 

Enska fótbóltssambandið, sum hevur víst stóra ónøgdt við FIFA í seinastuni, royndi í morgun at fáa forsetavalið útsett. Av teimum 208 londunum vóru bara 17 stemmur fyri og 172 ímóti. Hóast tað ikki er alment hvør stemmaði hvat, so sigur Christian Andreasen, at teir á fundi við hini norðanlondini avgjørdu at stemma ímóti ynskinum hjá enska fótbóltsambandinum.

 

Hóast skuldsetingarnar hava verið nógvar mótvegis Sepp Blatter, so sigur Christian Andreasenn, at teir einki kontret prógv hava sæð.

 

Norðanlondini, við DBU forsetanum, Allan Hansen á odda, gjørdu tó greitt frá pallinum, at teir vilja hava ein gjølla kanning av teimum skulsetinum sum eru frammi, so greiða kann fáast á hvat liggur í hesum skuldsetinginum.

 

Niðurstøðan er, at Sepp Blatter verður FIFA forseti tey komandi 4 árini við stuðli av FSF.