Óli Holm, formaður í FSF, sigur, at starvsnevndin hevur tosað um hendingina í Vági seinasta sunnudag, tá VB/Sumba-venjarin sló leikara hjá EB/Streymi, og teir fara at heita á Aganevndina um at taka málið upp Formaðurin í Fótbóltssambandinum er júst komin aftur av uttanlandsferð, og tí hevur hann ikki enn sæð myndirnar, ið vórðu vístar í 3-2 mánakvøldið, tó at hann hevur sæð hendingina á portalinum.
Men sambært formanninum í FSF er grundarlag hjá starvsnevndini at taka málið upp til viðgerðar, og tað varð gjørt í morgun.
- Starvsnevndin hevur ongar møguleikar sjálv at taka nakra avgerð í slíkum málum. Vit kundu staðfesta, at eingin kæra fyrilá, og einki í frágreiðingini frá dystinum vísti ítøkiliga til hendingina, og tí er tað upp til starvsnevndina í FSF, um hon tekur málið upp ella ikki, sigur Óli Holm.
Men formaðurin vísir samstundis á, at stavsnevndin ongar sum helst heimildir hevur at gera nakran úrskurð í málinum.
- Starvsnevndin kann bert heita á ella ikki heita á Aganevndina um at taka málið upp. Vit hava so í hesum førinum valt at heita á Aganevndina um at taka málið upp við viðgerðar, sigur Óli Holm.
Avgerðin varð sum nevnt tikin í morgun, so Aganevndin hevur ikki fingið skrivið um hetta enn, men tað er á veg, sambært formanninum í FSF.
Lunkað støða
VB/Sumba hevur í tíðindaskrivi í morgun eisini boðað frá, at teir hava viðgjørt málið, og eru komnir til sættis við venjaran um hendingina. Nevndin hevur avgjørt at revsa venjaran, men vil ikki upplýsa á hvønn hátt.
- Vit hava revsað venjaran upp á okkara egna máta, men vit vilja einki siga um, hvat hetta inniber, hvørki nú ella í komandi tíðum, sigur Bjarni Johansen, formaður fyri felagsliðnum.
Hann sigur eisini, at hvør revsingin hjá VB/Sumba er móti venjaraum, hevur einki við FSF at gera.
Eisini Rólant Højsted er rættiliga lunkaður í sínum úttalilsum. Hann váttar, at EB/Streymur ikki hevur sent nakra kæru um hendingina, og at hann sjálvur ikki veit nágreiniliga, hvat fór fram.
Rólant Højsted upplýsti eisini fyri Sosialinum í gjár, at leiðslan í felagnum hevði kannað hendingina, men hetta hevur so verið uttan at tosa við høvuðspersónin sjálvan, Hans Paula Samuelsen, tað váttaði leikarin fyri Sosialinum.
So bæði feløgini tykjast nøgd við ta framferð, ið sýnd varð á vøllinum á Eiðinum í Vági sunnudagin. Spurningurin er so, um FSF og fótbóltsføroyar eisini kunnu liva við tí.