FSF: Nakrir áskoðarar sleppa til landsdystirnar

- Tað verða eitt stað millum 500 til 1.000 atgongumerki seld, sigur Virgar Hvidbro

UEFA hevur latið tað upp hendurnar á landsmyndugleikunum á vertstjóðini, at avgera um áskoðarar skulu sleppa til komandi landsydstirnar. Fótbóltssambandið arbeiðir í løtuni við málinum, tí fleiri viðurskifti fylgja við.

- UEFA hevur lovað upp til 30 prosent av setrunum til áskoðarar, so tað verður kanska um 500 til í mesta lagi túsund atgongumerki, sum verða seld. Tað verður arbeitt við málinum í løtuni og skal góðkennast, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum.

Vit hava sæð áskoðarar til landskappingardystir í Føroyum, men tað verða strong krøv til landsdystirnar í næstum.

- Tað kemur at verða øgiliga skipað, og strong krøv um hvar tú kanst sita. Tá tú hevur keypt eitt setur, so skalt tú sita har. Tað hevur millum annað við smittusporing at gera, sigur Virgar Hvidbro.

Tað verður kunngjørt í næstum hvussu nógv fólk sleppa inn og nær Fótbóltssambandið fer at selja atgongumerkini. Tað verður kunnað á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

Føroyska landsliðið spælir fyrst ein venjingarlandsdyst móti Danmark, sum verður í Herning mikudagin 7. oktober. Síðani verður spælt UEFA Nations League á heimavølli ímóti Lettlandi og Andorra, sum verða 10. og 13. oktober.

U21-landsliðið skal spæla móti Spania og Montenegro. Dystirnir verða á ávikavist Tórsvølli og á Svangaskarði 8. og 13. oktober.