In.fo kundi í dag kunngera, at Fótbóltssambandið fer at loyva nøkrum áskoðarum til komandi A-landsdystirnar og U21-landsdystirnar. Í tíðindaskrivi í kvøld hevur FSF boðað frá, at tað verða seld 500 atgongumerki til A-landsdystirnar og 150 til U21-landsdystirnar.
Tað verður lutakast millum tey 500, sum skráseta seg til at keypa atgongumerki til Nations League landsdystirnar móti fyrst Lettlandi og síðani Andorra.
- Atgongumerkini til dystin móti Lettlandi verða sett til sølu í Nethandilinum á FSF.fo í morgin, týsdagin 6. oktober, frá klokkan 14:00 til 20:00. Øll, sum hava skrásett seg til søluna í tí tíðarbilinum, eru við í lutakastinum um atgongumerkini, skrivar Fótbóltssambandið.
- Hetta vóru góð boð at fáa. Stuðulin frá føroysku áskoðarunum hevur altíð verið ótrúliga góðar, serliga á Tórsvølli, men eisini tá vit hava spælt uttanlands. Og eingin skal ivast í, at vit saknaðu teir til dystin móti Malta. Tí verður tað ótrúliga deiligt at síggja teir aftur, sigur liðskiparin, Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.
UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Lettland verður á Tórsvølli leygardagin 10. oktober kl. 17:00.
Eisini áskoðarar til U21
150 áskoðarar sleppa eisini á Tórsvøll, tá U21-landsliðið tekur ímóti Spania í EM-undankappingardysti hóskvøldið kl. 17:45. Atgongumerkini til tann dystin eru sett til sølu í Nethandlinum á FSF.fo, og tey verða seld eftir vanligum leisti.