##med2##
Siður er tá FM1 og Miðlahúsið skipa fyri tiltakinum "Ársins Spælarar" at prátað verður við verandi FSF-forsetin.
Í ár var einki undantak, og Tróndur Arge fekk Christian F. Andreasen, FSF-forseta at taka samanum júst farna kappingarár.
FSF-forsetin er nøgdur við, at vit fingu eina javna og spennandi uppgerð um FM-heitið í Betrideildini hjá monnum.
Christian F. Andreasen kann enn einki siga um hvør verður tann komandi landsliðsvenjarin nú Lars Olsen leggur frá sær.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Christian F. Andreasen, FSF-forseta.