FSF-bossurin mátti upp í leikin

VB varð seinkað úr Suðuroy, og tí mátti báturin hjá FSF-formanninum heintað vágbingar í Lorvík

Steypadysturin millum KÍ og VB fríggjakvøldið var nakað seinkaður. Hetta komst av, at Smyril var seinkaður úr Suðuroy, og tí kláraði VB-liðið ikki fartin um Leirvíksfjørð, sum teir skuldu við.


FSF-bossurin, Torleif Sigurðsson, eigur skjótgangandi bát, og hann fór nakað eftir klokkan 18.00 á Leirvík eftir VB-ferðalagnum, sum var í Klaksvík stutt fyri klokkan 19.00.


Klokkan 19.30 var dysturin settur í gongd, og seinkingin úr Suðuroy nervaði ikki VB-liðið, sum vann dystin 3-2.