FS Vágar er ikki søga

   

Tað er hugstoytt at frætta í fjølmiðlunum, at tað felagið, sum vit leikarar ofra okkara tíð uppá, sigst vera farið í søguna.
Vit leikarar hava langt síðan gjørt okkum greitt, at um fótbóltinum skal verða lív lagað í Vágum, so skulu vit hava eitt »Oyggjarlið« í fremstu røð.
Tað er týdningarmikið, at vit hava savnandi kreftir.
Tí fara vit at mæla øllum framburðshugaðum kreftum í oynni at taka saman hendur, so øll oyggin kann gerast stolt av at eiga ein ungdóm, ið tekur kappingina upp við onnur økir í landinum. Vit eru vágamenn úr FS Vágum, og tað fara vit at halda fram at vera. Vit bjóða øllum góðum kreftum í oynni at verða við til at skapa uppaftur betri karmar um ítróttina. Tað er ikki spurningurin um, hvat slag av grasi ella á hvørjum stað tað liggur, ið er avgerandi fyri okkum. Vit fara har viljin til framburð er størstur.
Vit leikarar, stuðlaðir av góðum leiðarum, venjarum og áhugaðum stuðlum vilja tí við hesum alment boða frá, at vit standa saman um »Oyggjarliðið FS Vágar« bæði nú og í framtíðini.

Leikararnir