TV2 Finans boðar frá seinnapartin, at Finansiel Stabilitet vil ikki, at føroyski Eik Banki rennur undan tapinum í danska dóttirbankanum. Tí er umsøknin at loysa føroyska partin frá milliardaveðhaldsskyldunum móti Eik Bank Danmark vrakað.
Tað var annars treytirnar, sum TF Holding setti, um teir skuldu stuðla bankanum.
Eik Banki hevur boðið til tíðindafund klokkan 19.00 í kvøld.










