Frystur fiskur á uppboðssøluni

Tað er ikki á hvørjum degi, at frystur fiskur verður boðin til sølu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, men tað hendi í dag, tá ein trolari seldi knappliga 22 tons av frystum, avhøvdaðum upsa. Minstaboðið var 5,00 krónur, og upsin fór fyri 5,04 krónur fyri kilo.

Av øðrum vóru millum annað 33 tons av toski, 23 tons av hýsu og eini tvey tons av kongafiski. Tað mesta av toskinum fór fyri 14,54 krónur í meðal, hýsa II fór fyri 10,62 og hýsa III fyri 9,79 krónur, og tað mesta av kongafiskinum fekk meðalprísin 13,82 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 80 tons í dag.