-Tú fær ikki ein tann einasta fiskimann at liggja undir Føroyum í hálvan ánnan mánað og hyggja upp á land. Ørvísi er um mann er ordiliga burtur, eitt nú í New Foundlandi, sigur Virgar Hentze, skipari á Eysturoyingi.
Felagið Farek hevur gjørt eina kanning, sum saman ber útslitið hjá teimum ymisku skipabókunum í Noregi, Íslandi og Føroyum. Í eini útvarpssending fyrr í vikuni við Helga Jacobsen sum verti, kom fram, at fíggarliga avkastið hjá teimum stóru føroysku línubátunum var vánaligt og at eitt norskir línubátar fingu meira pening burtur úr teirra veiður.
Høvuðsmunurin millum føroyskar og norskar línubátar er, at norðmenn so at siga bara frysta umborð, meðan føroyskir línubátar ísa fiskin. Hetta merkir, at longu tá fyrsti sterturin hjá einum føroyskum línubáti kemur á dekkið, so er eisini avgjørt, nær túrurin endar og so má túrurin laga seg eftir veðri og streymi í størri mun, enn um tú við einum frystibáti kann liggja úti í longri tíð og tí kann útnytta tíðina nógv betri.
Hvat siga føroyskir línumenn til hetta. Skiparin á Eysturoyingin, Virgar Hentze kundi sjálvsagt hugsað sær ein spildurnýggjan frystilínubát, men hann ivast stórliga í, um hann honum hevði eydnast at fingið fólk til at reka hendan bát, við longum túrum undir Føroyum.
-Eg trúgvi ikki, at vit høvdu fingið ein tann einasta við, um vit skuldu ligið úti undir Føroyum í hálvan annað mánað og gløtt upp á land. Tað ber bara ikki til. Føroyingar hava roynt hetta og tað er ringt at fáa fólk. Men sjálvandi kundu vit havt frystibátar og so farið inn av og á uttan at leggja veiðuna upp. Tað hevði kanska verið ein fyrimunur, sigur Virgar Hentze.
Hann heldur eisini, at tað er ein góð forkláring upp á at norðmenn og íslendingar hava so góðar línubárat.
-Fyri fáum árum síðan høvdu vit fleiri nýbygdar línubátar við frystilast í føroyska flotanum. Hvar eru teir í dag? Vit forerdu teir til norðmenn og íslendingar í kreppuni, ístaðin fyri gera tað møguligt hjá teimum at vera í flotanum, sigur Virgar Hentze.