Eg veit tað gott, at Televarpið hevur havt sínar byrjunartrupulleikar, men eg haldi eisini, at fleiri hava gjørt tað eitt sindur verri, enn tað er. Tað er sum við úlvum. Fer ein at ýla, fylgja allir hinir eftir, og skjótt ýlur annar harðari enn hin, til allur flokkurin er farin upp at gartera. Og vit menniskju eru so innrættað, at hava vit fyrst sett okkum nakað í høvdið, so halda vit treiskt fast við tað. Hatta er gott og hatta er ringt, og eingin f... skal koma her og sannføra meg um nakað sum helst annað!
Tak nú digitala móttakaran - ella set-top boksina, sum hálar digitala signalið frá Televarpinum úr antennuni inn í sjónvarpið, soleiðis at til ber at síggja allar hesar nýggju sjónvarpsrásirnar. Tummulfingurin niðureftir - ikki so? Ert tú eisini ein av teimum, sum ýlur við í tummulfingrar-niðureftir-kórinum? Tað er jú so ?in? at vera ónøgdur í dag. Jú jú, sanniliga hava trupulleikar verið við at fáa skipanina at virka ordiligt. Trupulleikar, vit einki kendu til í teim góðu, gomlu Rás Tórshavn døgunum. Tað skerst ikki burtur. ?Frystiboksin? er hon blivin doypt á mannamunni - og heilt við síðuna av er tað ikki.
Men...! Eg havi sjálv havt parabol í fleiri ár, og veitst tú hvat? Umframt eyka trupulleikan við stóru, óstortligu parabolini, sum kvinkaðist av lagi hvørja ferð nógvur vindur var (sjálvt um menninir frá radiohandlinum bedýraðu, at NÚ høvdu teir skrúvað hana so fasta, at hon vikaðist ikki aftur!) ja, so hevði eg akkurát somu trupulleikar við tí móttakaranum, sum hálaði signalið úr parabolini yvir í sjónvarpið, sum eg havi havt við hesi nýggju ?frystiboksini?! Parabol-boksin var ikki petti betri - hon frysti og mátti sløkkjast og tendrast í heilum fyri at koma aftur í rættlag. Ræðuliga troyttandi, so púra vist, men hatta er ikki nakað nýtt! Og slettis ikki nakað eindømi fyri Televarps-boksina.
Digital tøkni ER í heila tikið sera viðkvom. Teldur t.d. frysta eisini í heilum. Tað er eisini ræðuliga troyttandi, men vit hava líkasum vant okkum við, at hatta er ER bara so - næstan sum ein nátturulóg. Hava vit fyrst vant okkum við at brúka teldu, kundu vit ikki droymt um at valt hana frá, bara tí hon frystir av og á. Vit eru glaðari enn so fyri fyrimunirnar við henni. Ofta er tað ein forrita-trupulleiki og vit uppgradera og uppgradera og vóna, at ein dag verður tøknin so framkomin, at vit heilt sleppa undan at brestast við hesar óluksáligu frystitrupulleikarnar.
Við vanligum teldum hava vit lyndi til at fokusera á allar møguleikarnar í tøknini, heldur enn vansarnar, tí víst eru teir spennandi - og hava kanska eisini verið meira týðiligir at síggja fyri sær, enn teir møguleikarnir ?frystiboksin? hevur. Ja, tú las rætt! ?Frystiboksin? er jú eitt slag av teldu, og hevur eisini í sær - eins og aðrar teldur - fantastiskar møguleikar, sum vit enn bara hava sæð ein pinkulítlan promillupart av. Møguleikar fyri t.d. spennandi interaktiviteti millum síggjaran og sjónvarpið. Umframt at senda sjónvarp, har myndirnar eru nógv klárari enn í vanligum sjónvørpum, fer boksin eisini at gera tað møguligt innan stutta tíð t.d. at spæla (føroysk framleidd) spøl, vedda, chatta, date?a og keypa (føroyskar) vørur via sjónvarpið!
Hetta arbeiða vit við í løtuni at gera veruligt á Rás 1, sum við tíðini fer at síggjast um alt landið, so hvørt sum útbreiðslan av Televarpinum verður størri. Umframt at vit helst fara at senda lokal tíðindi úr øllum landinum, undirhaldssendingar, ítrótt og mangt annað spennandi á rásini. Alt bara føroyskt tilfar! Eg haldi tað er eitt sindur synd fyri tey, ið lótu seg freista av at keypa parabol, tí tey hava avskorið seg frá øllum hesum spennandi serføroysku møguleikunum, sum fara at koma, tá nýggja rásin - Rás 1 - fer at senda á Televarpinum. Spell fyri tey, men tey vistu kanska ikki um hetta...!?
Ja, ja - eg veit! Eg ERI inhabil, men fá kenna teir fantastisku framtíðarmøguleikarnar við hesum betur enn eg, og eg helt bara, at eg mátti avdúka eitt lítið sindur av okkara spennandi ?loyniligu? ætlanum - bara fyri tær, so tú veist tað!