Íslendingar vænta sær nógv av norðhavssildini í ár. Tann fyrsta lastin fór til matna Íslendska nótaskipið Faxi var í gjár á Vopnafirði við teirri fyrstu lastini av norðhavssild á hesum sinni. Skipið hevði góð 400 tons, og sildin varð skorin til flak og fryst á virkinum, sum tann stóra fyritøkan HB Grandi hevur á Vopnafirði.
Skiparin á Faxa sigur við Morgunblaðið, at teir fingu sildina í tveimum køstum í landnyrðing úr Langanesi.
Stjórin á virkinum á Vopnafirði sigur við blaðið, at sildin er heldur rak, men tað er vanligt hesa tíðina á árinum, sigur hann. Tað týdningarmesta er, at hon fer til matna, sigur hann.