TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað mesta av samrøðuni Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá H71, Petur Mittún, aftaná H71 á heimavølli spældi javnleik 21-21 ímóti StÍF. Tá seks minuttir vóru eftir førdi StÍF 21-17. 3G sambandið sveik, tá Petur Mittún skuldi gera seg lidnan við svarið uppá tann seinasta spurningin, og tí endar samrøðan í hesum ljóðbrotinum heldur brádliga.
Petur Mittún er nøgdur við, at hansara menn stríða seg aftur frá einum hóttandi tapi til ein javnleik, men hann er alt annað enn nøgdur við leikligu gongdina í dystinum.
Serliga frustreraður er Petur Mittún um tær býttu útvísingarnar hansara menn fáa, og tað er nakað, sum hann ætlar avgjørt at rætta uppá.











