Frumsýning av ísraelskum heimildarfilmi

Í gjár var frumsýning av heimildarfilminum 06:30

Heimildarfilmurin lýsir álopið á Ísrael 7. oktober í fjør.

 

Í Føroyum verður filmurin vístur tvær ferðir. Fyrra sýningin var í Finsen í gjár, og seinna sýning verður í Varpinum í Klaksvík í kvøld.

 

Tað er ísraelska sendistovan í Danmark í samstarvi við heiðurskonsulin í Føroyum og Vinafelagið Føroyar-Ísrael sum skipa fyri.

 

Ísraelski varasendimaðurin í Danmark, Jonathan Lebel, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann var við til tiltakið, og fólk fingu høvi at heilsa upp á hann.

 

Nógv fólk leitaðu sær í auluna í Finsen, og tey vóru kensluborin eftir at hava sæð ísraelska heimildarfilmin.