Mikukvøldið 30. januar kl. 20 fer leikstjóri Katrin Ottarsdóttir at kunna um filmin ?Eingin kann gera tað perfekta? á Norðurlandsbryggjuni. Í hesum filmi eru eingir listaserfrøðingar, ið tosa djúpt og við andakt um list. Tvørturímóti. Her eru vit við í skapanarprosessini, vit eru flugan á vegginum, tá listamaðurin arbeiðir í sínum lítla atelieri í einum bakgarði í Keypmannahavn mitt millum bilverksmiðjur, bilvrak og fjøll av gomlum bildekkum. Her arbeiðir hann við sínum kvinnuliga nakinmodelli og skapar eina risakvinnu úr leiri.
Aftaná sýningina av filminum fer Katrin Ottarsdóttir at siga frá um hann saman við Hans Paula Olsen. At enda bjóðar Føroyska Sendistovan okkurt at leska sær við.
Atgongumerki eru at fáa á politikenbillet.dk.
Leinkjur
www.bluebirdfilm.dk (Blue Bird Film ? Katrin Ottarsdóttir)
www.hanspauliolsen.dk (Hans Pauli Olsen)
www.bryggen.dk (Nordatlantens Brygge/Norðurbryggjan)
www.politikenbillet.dk/nordatlanten (atgongumerki)