Froskur funnin uttan fyri Føroya Bjór

Tá menn á Føroya Bjór komu til arbeiðis hósmorgunin og lótu hurðina, sum vendir suðureftir upp, kom ein heldur sjálvsamur kundi hoppandi inn

Klaksvík:
Hesin sjálvsami kundi var ein froskur. Menninir tóku froskin og koyrdu hann í eitt glasílat við eitt sindur av vatni í.
Og beinanvegin fór onkur av teimum skemtiligu monnunum, sum starvast á Føroya Bjór at bryggja eina søgu, um hví hesin froskurin júst stóð uttan fyri dyrnar hjá Føroya Bjór hendan morgunin. Onkur helt, at tað var ikki frítt, at froskurin segði: "Væægr ? Væægr"!
Ikki er greitt, hvussu froskurin er komin higar, men á Føroya Bjór halda menn, at tað er væl gjørligt, at hann er komin upp við onkrum platti. Føroya Bjór sendir ofta øl av landinum til eitt nú Føroyingafeløg í Danmark. Og so verður alt tað tóma sent upp aftur til Føroyar. Helst er froskurin komin tann vegin. Ein annar møguleiki er eisini, at hann er sloppin leysur úr onkrum akvarium í býnum, men tað er lítið sannlíkt. Men um tað er onkur, sum saknar ein frosk, so kann tað vera tann froskurin, sum í løtuni hevur góðar dagar á Føroya Bjór.