Kappingarnevndin gav mikukvøldið nýggja leikaranum hjá NSÍ, Karsten From, neyðuga spælaraloyvið, og nú er hann endiliga klárur at spæla við runavíkingum.
Fundur var um málið, men nevndin sá ikki nakra forðing fyri at geva honum spælaraloyvið beinanvegin, og hann sleppur tískil undan at bíða í ein mánað, áðrenn hann kann tørna til fyri NSÍ.
Júst hetta skiftið hevur elvt til kjak viðvíkjandi mannagongdini, tá leikarar skifta felag. HB og Karsten From skriva undir ein sáttmála, sum er dagfestur leygardagin 2. august. Sáttmálanevndin hjá FSF fær sáttmálan til góðkenningar fríggjadagin tann 8. august. Hetta upplýsir Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini.
Longu sama dag verður Karsten From loystur frá sáttmálanum við HB og ger nýggjan sáttmála við NSÍ, sum eisini verður sendur til góðkenningar. Evstamark fyri at skifta felag er 10. august hjá bæði avtalu- og áhugaleikarum.
Sum avtaluleikari skal Karsten From ikki bíða í ein mánað, áðrenn hann sleppur at spæla fyri eitt annað felag, sum áhugaleikarar skulu, og tað er hetta, sum partarnir eru slopnir uttanum í hesum førinum.
Formaðurin í kappingarnevndini, Karl Vidtfeldt, heldur, at hetta málið verður tikið upp til eftirmeting, tá feløgini fara at hava fund eftir landskappingina.
Sjálvur vil hann ikki gera nakarar viðmerkingar til, um hann heldur at mannagongdirnar skulu broytast.










