Birkblog:
Norska oyggin Frøya hevur vunnið virðisløn sum besti staður at gera film í Evropa. Tað kunngerð Nordisk TV og Filmfond í Berlin í kvøld, har filmstevna er í hesum døgum. Norska oyggin hevur verið karmur um Netflixrøðina Milliardærøya, sum norska felagið Rubicon hevur gjørt. Enska heitið á sjónvarpsrøðini er Billionaire Island.
Fimm evropeisk filmsstøð vórðu endaliga tilnevnd, og Frøya vann Lokatiónsvirðislønina við støði í Milliardærøya.
Evropeiska filmsamstarvið, European Film Commissions Network, letur í ár á fyrsta sinni hesa staðbundnu virðisløn, sum ivaleyst eisini kundi verið áhugaverd fyri Føroyar. Men kappingin er hørð, skal ein gerast áhugaverdur staður at gera film.
##med2##
Hini fýra filmstøðini í kappingini vóru Mdina á Malta, sum sást í stórfilminum Napoleon hjá Ridley Scott við Joaquin Phoenix sum Napoleon Bonaparte, Schönbrunn Palatz í Eysturríki, har Kate Winslet sæst búgva í HBO røðini The Regime, sum Stephen Frears og Jessica Hobbs hava leikstjørnað, Staatsoper Stuttgart í Týsklandi, har balettfilmurin hjá Joachim A. Lang, Cranko, um samnevnda balettdansaran, varð tikin, og á fimta plássi er gosfjallið Tajogaite á kanarisku oynni La Palma, sum er í filminum La hojarasca hjá Macu Machin....