Fróði Gregersen vart ph.d. í heilsutøkni á DTU

Týsdagin 30. novembur vardi Fróði Gregersen sína ph.d. ritgerð í heilsutøkni á DTU. Ritgerðin hevur heitið "Systematic Artifacts in Current-Induced Magnetic Field Measurements by MRI." Ritgerðin snýr seg um at máta veikstreymsinduseraði magnetfelt í heilanum við einum MR-skannara.

 

Fróði Gregersen hevur skrivað ritgerðina sum part av samstarvi ímillum Danmarks Tekniske Universitet (DTU), Danish Research Centre for Magnetic Resonance (DRCMR) á Hvidovre Hospital og University of Chinese Academy of Sciences í Kina, skrivar gransking.fo.

 

Lars G. Hanson, lektari á DTU og DRCMR, var høvuðsvegleiðari, meðan Axel Thielscher, professari á DTU og DRCMR, og Rong Xue, professari á University of Chinese Academy of Sciences, vóru hjávegleiðarar.

 

Í metingarnevndini vóru:

Murat Eyüboglu, professari á Middle East Technical University, Ankara

Ulrich Katscher, lektari á University of Applied Sciences, Hamburg

Vitaliy Zhurbenko, lektari á DTU Electrical Engineering

 

Koen Van Leemput, professari á DTU, var formaður í nevndini.

 

Eftir ritgerðina heldur Fróði Gregersen áfram í granskingarstarvi á heilsutekniska instituttinum á DTU og á DRCMR, skrivar gransking.fo, og har er eisini meira at lesa um hetta.