Leygardagin er ein heilt serligur dagur fyri Fróða Benjaminsen. Um Fróði sum væntað byrjar inni í landsdystinum ímóti Grikkalandi, so er talan um hansara landsdyst nummar 84. Hetta merkir, at hann yvirtekur metið fyri flestar landsdystir á føroyska fótbóltslandsliðnum. Í løtuni deilast Fróði og fyrrverandi landsliðskempan, Óli Johannesen, um dystarmetið.
Fróði er vorðin 37 ára gamal, sum sjálvsagt er ein gamal aldur fyri ein fótbóltsleikara. Í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum, ið kann keypast í sølubúðunum í morgin, fortelur Fróði millum annað, nær hann steðgar sum fótbóltsleikari.