Fróði Benjaminsen gevst kortini ikki í HB. Hetta boðaði formaðurin HB, Finnbogi Arge, annars frá á ársveitsluni. Hetta kom sum eitt sjokk fyri tey flestu.
Nú hevur Fróði Benjaminsen tó gjørt nýggjan sáttmála við HB. Sostatt verður liðskiparin seinastu seks árini framvegis partur av hópinum hjá HB.
Heimasíðan hjá HB skrivar:
Hóast fráboðan um tað øvugta, so gjørdist tað fyri stuttum greitt, at ársins HB'ari - liðskiparin Fróði Benjaminsen - framvegis verður HB'ari í 2014
Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, og Fróði Benjaminsen hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum knýtir Fróða at HB í hvussu so er komandi kappingarár.
Ásannandi, at einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, fegnast vit um, at Fróði eisini spælir í reyðum og svørtum í 2014.