Frits gav Sprotanum 191.000 krónur

– Hetta var nógv meira, enn vit høvdu roknað við.

 

Tað sigur Jonhard Mikkelsen um uppboðssøluna, sum var á Reinsarínum í Havn í gjárkvøldið. Tað var forlagið Sprotin í Vestmanna, sum hevði sett 19 málningar eftir Frits Johannesen, listamann í Fuglafirði, til sølu.

 

Allir málningarnir eru ein gáva frá listamanninum til Sprotan.

 

– Jonhard er fantastiskur. Hann ger eitt megnar arbeiðið. Hann hevur uppiborið allan heiður, sigur Frits Johannesen, sum á sín serliga hátt vil geva Jonhardi Mikkelsen og Sportanum viðurkenning fyri tað megnar arbeiðið, sum forlagið og drívkraftin handan forlagið í Vestmanna gera.

 

Jonhard Mikkelsen sigur, at Frits ringdi til sín ein dagin, og segði, at hann vildi lata Sprotanum nakrar málningar, sum kundu gerast til bøkur.

 

– Nei tað kanst tú ikki gera. Tað er alt ov mikið, helt Jonhard fyri. Hann kundi jú bara ringt til mín og sagt mær sína viðurkenning, so hevði eg sagt takk. Honum nýttist ikki at lata okkum eina so stóra gávu. Men hetta er fantastisk, og vit eru sera glað og takksomu, sigur hann.

 

Allur peningurin, sum kemur inn, skal nýtast til føroysk myndlistafólk, sigur Jonhard Mikkelsen. Pengarnir skulu brúkast til at gera forsíður til bókaútgávur hjá Sprotanum, sum føroysk myndlistafólk skulu prýða, sigur Jonhard Mikkelsen.

 

Tilsamans komu inn 191.000 krónur fyri teir 19 málningarnar. Tann dýrasti fór fyri 20.000 krónur.

 

Málningarnir, sum vórðu seldir, kunnu síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Niðanfyri síggjast myndir, sum Dávur Winther tók av uppboðssøluni: