Friggfestivalurin verður Enghavepark

16. mai verður fyri aðru skipað fyri Friggfestivali í Keypmannahavn. Seinast var hann í Kongens Have. Hesaferð verður hann hildin í Enghavepark.

16. mai verður fyri aðru skipað fyri Friggfestivali í Keypmannahavn. Seinast var hann í Kongens Have. Hesaferð verður hann hildin í Enghavepark.

 

Fyrireikararnir siga, at Frigg Festivalurin vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri norðurlendskum tónleik, list og mentan.

 

– Og til alle dem som har friggin’ har lyst at feste og være sammen med venner og gode naboer, skriva fyrireikararnir.

 

Fyrireikararnir siga eisini, at frigg Festivalurin er ein 10 tíma long veitsla í Enghavepark á Vesterbro í Keypmannahavn. Víðari siga teir, at har ber til at liva tað besta av tí besta av íslendksum, grønlendskum og føroyskum tónleiki og listarfólki, nýskapandi sniði, spennandi mati og øðrum áhugaverdum úr hesum trimum "lítlu" londunum.