Frigg: Ókeypis bjór til Hanus G konsert

- Frigg Festivalurin hevur gjørt av, at fyrstu gestirnir fríggjadagin fáa ókeypis øl ella sodavatn, meðan fólkakæri Hanus G. setur festivalin í gongd, siga fyrireikarar í dag.

Tá fyrstu tónarnir ljóma frá høvuðspallinum fríggjadagin standa fleiri enn túsund fólk og syngja saman við fólkakæra norðuratlantiska vísukonginum og skála fyri nýggja Frigg Festivalinum.

 

 

Tað er Føroya Bjór, sum bjóðar mongu gestunum at koma tíðliga á festival til æru fyri livandi tónleikin. Og hugskotið gerst ikki verri av at fríggjadagurin er kallaður upp eftir Frigg gudinnuni, og hetta er bæði øl og elddópurin hjá føroyska frændafestivalinum í Danmark.

 

 

Tá ið væntandi mongu áhoyrararnir streyma til Kongens Have fríggjadagin seinnapartin,  fáa øll tey, sum koma fyrsta tíman til Signar í Homrum ella røkka at hoyra søguliga Hanus konsertina ókeypis øl ella sodavatn frá Føroya Bjór.

 

 

Tað verður Jógvan Hansen, syngjandi føroyingurin í íslandi, sum bjóðar gestunum vælkomin á Frigg og síðani Hanusi pallin.