Tey seks vinfólkini Rachel, Joey, Monica, Chandler, Phoebe og Ross, kend úr sjónvarpsrøðini Friends, verða nú aftur at síggja á skíggjanum. 21. februar verður ein nýggjur partur av røðini vístur á NBC.
Fleiri av sjónleikarunum eru sera virknir í dag, og fleiri eru vorðnar stórar stjørnur. Tí ásannar stjórin fyri NBC, at tað kann gerast torført at savna øll seks í sama rúmi samstundis. Allarhelst verða upptøkur av teimum seks tí gjørdar forskotnar.
Sendirøðin byrjaði í 1994 og koyrdi í 10 ár og er ein av heimsins best umtóktu sendirøðum.