Friður hómast í Kolumbia

Aftaná eina hálva øld við blóðigum stríði eru endiliga útlit fyri friði í Kolumbia.

Í nærum eina hálva øld hevur kolumbiska stjórin verið ein partur av einum blóðigum stríði við uppreistrarbólkin FARC, ið hevur kravt 220.000 mannalív, umframt at 52.000 fólk eru horvin.


Talan er um longsta stríðið í Latínamerika, men loksins eru útlit fyri, at vápnini verða løgd til viks og friður aftur kann valda í landinum.


Umboð fyri kolumbisku stjórnina og uppreistrarbólkin FARC luttaka nevniliga í hesum døgum í friðarsamráðingum í kubanska høvuðsstaðnum Havana.


Útlitini fyri, at partarnir megna at semjast um eina friðaravtalu, og harvið leggja fimm ártíggjund við blóðigum stríði afturum seg, tykjast at vera betri enn nakrantíð áður, skrivar tíðindastovan Al Jazeera.


Í eini felags fráboðan frá friðarsamráðingunum, boða partarnir frá, at tey hava heitt á ST, um at halda eftirlit við støðuni og avvápnanini av uppreistrarbólkinum.


- Vit hava avgjørt at spyrja Trygdarráðið hjá ST um at senda óvápnaðar eygleiðarar í einum tíðarskeiði á tólv mánaðir, fyri at eygleiða endan av stríðnum, skriva partarnir í tíðindaskrivi.


Hetta er fjórðu ferð, at friðarsamráðingar eru millum partarnar. Vónirnar fyri, at tað fer at bera á mál hesa ferð eru stórar, og so seint sum fyrradagin tók kubanski leiðarin, Raul Castro, lut í samráðingunum.