Fríðtór Debes gongur í samkomuni Filadelfia í Havn, har tey javnan brúka tungutalu. Sjálvur sigur hann seg duga tungutalu, og hann plagar eisini at undirvísa í hesum evninum fyri samkomulimunum.
Í Rás2 Seinnapartur greiddi Fríðtór Debes frá tungutalu, hvør kann tala í tungum, og nær tað verður gjørt.
- Ein persónur talar í tungum, tá viðkomandi fær ein boðskap á einum fremmandum máli. Hetta kemur ofta fyri seg á okkara møtum, har bara trúgvandi eru til staðar. Antin plagar persónurin sjálvur ella onkur annar síðani at týða boðskapin fyri samkomulimunum, sum eru til staðar, sigur Fríðtór Debes.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Fríðtór Debes greiða frá, har hann eisini sjálvur brádliga fer undir tungutalu.