Í dag skal Fríði spæla FC24 (FIFA) fyri Føroyar: - Alt ber til

- Vónirnar at klára seg væl eru ikki góðar, men man hopar tað besta, sigur Fríði M. Jacobsen, sum í dag skal spæla fyri Føroyar í europeiskari e-fótbóltskapping.

Klokkan 11 í dag skal toftamaðurin Fríði M. Jacobsen í eldin, tá hann skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini í spælinum FC24 (FIFA24), sum verður spælt á Playstation 5.

 

Hann er vegna Føroyar í bólki G saman við Belgia, Svøríki, Finnlandi, Ukraina, Norðurírlandi, Wales og Kosovo.

 

Í Sosialinum hava vit spurt Fríða, hvussu hann hevur fyrireikað seg, og hvussu vónirnar eru til sína luttøku.

 

Hann sigur, at hann hevur bæði spælt eina rúgvu av dystum, og so hevur hann eisini kannað kappingarneytarnar. Og tað eru FC24-leikarar á høgum støði, má toftamaðurin ásanna.

 

- Onkur teirra er úr ePremier League, sum hava vunnið tað fyrr og endað á 2. plássi. So sum allir tjena eitt sindur upp á at spæla FIFA. Tað vil siga, at teir hava skrivað undir við lið í Europa, sum teir spæla við, forklárar Fríði M. Jacobsen.

 

- So vónirnar at klára seg væl eru ikki góðar, eisini av tí man spælir hvør sær online, heima hjá sær sjálvum. Teir, sum hava heimavøll, hava fyrimun vegna ”ping” og ”delay”. So man má hugsa eini 6-7 sekund fram í tíðina, meðan man spælir, sigur hann.

 

- Har eru eisini nógvir, sum hava funnist at kappingarskipanini og sagt, at man heldur burdi spælt offline ímóti øllum, so har er 50/50 møguleiki. Men einki verður gjørt við tað.

 

- Men ja, eg havi spælt vinardystir móti øðrum londum, har eg bæði havi vunnið og tapt, so alt ber til. Man hopar tað besta, sigur Fríði M. Jacobsen.

 

Til ber at fylgja við beinleiðis stroyming HER.

 

##med2##