Friðarligt men onkur koyrdi ávirkaður av rúsdrekka

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan.

 

Í góðveðrinum í nátt hevur verið stak friðarligt, veit løgreglan at siga. Tey hava verið úyi í nátt, men hóast friðarligt var, so høvdu tey eitt sindur at gera við at taka upp full fólk, sum ikki kláraðu seg sjálvi.

Ein persónur varð tikin fyri at ov skjótt, hann koyrdi 71 kilometrar um tíman í bygdum øki, og tað júst oman fyri markið, sum gevur klipp í koyrikortið. Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. 

Í Klaksvík var í gjár eldur í nøkrum egningarskúrum. Eldurin var so mikið stórur, at stúrt var fyri, at hann fór at breiða seg, men tað hendi tíbetur ikki.

Skúrarnir eru illa farni, og nú verður farið at kannað, hví eldur kom í.