Leygardagin í Keypmannahavn byrjaði framsýningin Klaksvík Blues við verkum, sum listakvinnan úr Klaksvík, Frida Zachariassen, hevur gjørt.
Tað er í samband við, at 100 ár eru liðin síðan listakvinna bleiv borin í heim, at mentanarhúsið Norðurbryggjan í Keypmannahavn vísir fram eina vakra serframsýning við eyðkendu verkunum hjá Fridu Zachariassen frá 1950'unum og 60'unum. Blaðkvinnan Maria Marcus lat upp framsýningina, og hon hevur eisini í 1955 ummælt verkini hjá Fridu Zachariassen í dagblaðnum Information. Leiðari fyri framsýningina, Malan Marnersdóttir, talaði eisini, tá framsýningin opnaði. Framsýningin er til 2. september.
Frida Zachariassen (1912-92) var fødd í Klaksvík og var næstan eina um føroyska list í tíðini eftir kríggið. Hon var ein kvinna við arbeiði í sparikassanum á staðnum og harafturat ein virkin málari, sum eisini skrivaði og gav út bøkur um list. Hon búði í Klaksvík meginpartin av sínum lívi, og hon var bert burtur í sambandi við útbúgving í Keypmannahavn og London og í samband við ferðir til evropeisk listasøvn, har hon ágrýtin teknaði og granskaði um list.