Løgtingið viðger í løtini uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, har fiskidagar verða ásettir til komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Á hvørjum ári eru Fiskidaganevndin og Havstovan ósamd um,hvat gerast skal, og soleiðis er aftur í ár. Fiskidaganevndin mælir til óbroytt fiskidagatal, meðan Havstovan mælir til skerjingar.
Fiskidaganevndin hevur í hesum sambandi víst á, at síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996, eru fiskidagarnir lækkaðir 55 prosent, at í ár 2000 vóru útskrivað loyvi til 150 skip, men í ár vórðu útskrivað loyvi til 86 skip.
Harumframt er nógv friðingartiltøk sett í verk. Í 1990 vórðu umleið 10 prosent av landgrunninum friðað fyri fiskiskap partar av árinum ella alt árið, men nú fevna hesar friðingar um 50 prosent av landgrunninum.
Hoyrið hvat Eilfi Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, tá hann verður spurdur, hví Havstovan framvegis mælir til skerjingar, hóast fiskidagarnir eru lækkaðir við 55 prosentum seinastu árini.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Eilif Gaard.