100 ár: - Ja, eg frykti fyri tí!
Soleiðis tók Frida til orðanna, tá fyristøðumaðurin á Ellis- og Røktarheiminum bar uppá mál henda komandi stóra dagin.
Tordur Niclasen var ein dagin farin innar til Fridu, fyri at fáa eitt prát við hesa megnarkvinnuna úr Leirvík.
- Ja, nú nærkast tygum teimum 100, segði Tordur.
- Eija, svarði hon aftur.
- Eg vænti, at nógv fólk fara at koma í føðingardag tygara.
Tað var tá, at hetta frálíka svarið fall: - Ja, tað frykti eg fyri!
Hon hevur kanska ikki sjálv ætlað at gjørt so nógv burtur úr degnum. Men tað ynsktu hinvegin familjan, Ellis- og Røktarheimið og Leirvíkar Bygdaráð fegin.
Og tí varð boðið í 100 ára føðingardag seinnapartin týsdagin har familja, vinir, kenningar og almennir gestir vóru við.
25 oyra til okkum
Á samkomuni vóru hildnar fleiri røður, sum allar vístu á tað lívsverkið, sum Frida hevði lagt eftir seg og tað innihaldsríka lív, hon hevði havt.
Eivind Hansen segði í sínari kvøðu til mostur sína, Fridu, at heim hennara altíð hevði verið eitt valaheim. Og orsøkin var hin einfalda, at her hevði altíð búð valafólk.
- Ein slíkan dag sum henda renna mong minni fram fyri meg. Hesi minni fara framvið sum ein filmur yvir eitt hendingarríkt lív, segði Eivind.
Hann mintist serliga, hvussu hon altíð sat við onkrum í hondunum annaðhvørt við binding ella seyming, sum hon eisini seldi til fólk.
- Eg minnist, at ein føroysk stúka og eini føroysk undirklæði tá kostaðu 7 kr. Og tað var so mangan, at tað fall eitt 25 oyra til okkum børnini eisini, tá fólk rindaðu fyri plaggið, sum Frida hevði latið úr hondum sínum.
- Tað er tílík minni, sum hava sett seg so rimmarfast í minnið mítt, segði Eivind.
Hann segði eisini, at tað var altíð gott at koma inn í heimið hjá Fridu, tí har var altíð gott kjøt at fáa.
- Hetta dámdi mær sera væl. Og at rómastampurin eisini kom á borðið, gjørdi bara alt so sera gott, segði Eivind.
Loyndardómur
Jóannes Ejdesgaard, løgmaður var eisini komin við til henda stóra dagin, og ynskti hann Fridu, familjuni, leirvíkingum, eysturoyingum og starvsfólkunum á heiminum tillukku við degnum.
- Eg veit ikki rættiliga, hvussu tað ber til. Men tað má vera eitt sera gott slag sum kemur higani úr Eysturoynni, segði løgmaður, sum sjálvur er hálvur eysturoyingur.
Hann vísti á, at síðani hann gjørdist løgmaður í februar mánaði í fjør so hava trý fólk rundað tey hundrað árini og hava tey øll verið úr Eysturoynni: Carl Jacob Sigvardsen í Gjógv, Mia á Støðini í Gøtu og nú Frida Jacobsen úr Leirvík.
Løgmaður dugdi heldur ikki at siga, hvør loyndardómurin var til henda veruleika.
- Kanska er tað hitt góða umhvørvið í Eysturoynni, ella kanska eru tað teir góðu læknarnir tit hava í oynni. Líka veit eg.
- Men hetta verður kanska eitt evni, sum teir í granskingardeplinum kunnu geva okkum svarið uppá einaferð í framtíðini!
Frammanfyri sína tíð
Almannaráðharrin, Hans Pauli Strøm var eisini millum tey, sum høvdu orðið á samkomuni týsdagin.
Hann kom inn á ta stóru ábyrgd, sum Frida hevði havt sum sjómanskona á bygd.
Hon skuldi taka sær av bæði húsi og heimi, meðan maðurin var burturi, og hevði haraftrat víst eitt stórt ídni í arbeiði - m.a. við at binda, seyma oljuklæði fyri fólk og mangt annað.
- Frida er víða kend fyri sín dugnaskap.
- Og eg tori eisini at siga, at Frida kom undir tað vit í dag nevna sjálvstøðug vinnurekandi, langt áðrenn hetta orðið gjørdist alment brúkt her á landi, segði Hans Pauli.
Lagt lív til árini
Eitt av slagorðunum hjá Hans Paula á tí politiska leikvøllinum hevur verið ætlanin um ein betraða fólkaheilsu.
Hann var tó sannførdur um, at fólk kundu lært nógv av lívinum hjá Fridu.
- Hon hevur treiskast ímóti ávirkanina av aldri. Og tað hevur hon bæði gjørt og megnað, langt áðrenn nakað var sum æt fólkaheilsupolitikkur, og uttan at ganga í fitness-klubbar, renna kondi, eta ginseng ella aðrar sevjur, sum royna av leingja lívið hjá fólki.
- Eg taki vist ikki munnin ov fullan tá eg sigi, at Frida, hon hevur dugað at lagt lív til árini, heldur enn bara at leggja ár til lívið.
- Tygum og tygara líkar hava hildið hetta samfelagið uppi. Og tí unna vit tykkum væl, nú tygum eru her á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.
- Tað hava tygum so sanniliga uppiborið, - at onkur tekur sær av tær nú, á sama hátt sum tú tókst tær av øðrum fólkum, sum høvdu tørv á tí tá, segði Hans Pauli Strøm.