Ófriðurin í Irak kostar Bush undirtøku

Amerikanararnir eru í ferð við at missa álitið á George W. Bush, forseta orsakað av gongdini í Irak

Tann versnandi ófriðurin í Irak kostar nú amerikanska forsetanum undirtøku ímillum veljararnar sjey mánaðir undan forsetavalinum.
Í einari kanning, sum Pew-stovnurin hevur gjørt, siga 53 prosent av teimum spurdu, at tey taka ikki undir við Irak-politikkinum hjá forsetanum longur. Hesin parturin av fólkinum er vaksin sera nógv í seinastuni, tí í januar vóru tað bara 37 prosent, sum ikki tóku undir við amerikanska politikkinum í Irak.
Uppaftur verri er tað helst hjá forsetanum, at 57 prosent av amerikanarunum halda ikki, at forsetin yvirhøvur hevur nakra ætlan um, hvussu trupulleikarnir í Irak skulu ella kunnu loysast. Bara 32 prosent halda, at Bush hevur eina tílíka ætlan.
Tann sama kanningin vísir eisini, at fleiri og fleiri amerikanarar halda, at USA eigur at taka sínar hermenn úr Irak. Tað hildu 37 prosent í januar, men í dag eru tað 44 prosent, sum vilja hava hermenninar heimaftur.
Kanningin hjá Pew vísir eisini, at amerikonsku veljararnir eru heldur ikki nøgdir við búskaparpolitikk forsetans. Bara 39 prosent halda, at búskaparpoli-tikkurin er í lagi.
43 prosent siga, at sum heild hevur forsetin roynst væl. Tað er tað minsta talið, síðani Bush kom í Hvítu Húsini, sigur Pew-stovnurin.