Løgreglan í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo noyddist í kvøld at brúka táragass fyri at steðga fólki, sum ætlaðu sær til innanríkisráðið at mótmæla ófriðinum, sum tók seg upp aftan á ein fótbóltsdyst í býnum Port Said í gjár, og sum kostaði í minsta lagi 74 fólkum lívið.
Amerikanska sjónvarpið CNN sigur, at fólk róptu ókvæmisorð eftir løgregluni og hernaðarráðnum, sum stýrir landinum. Tey søgdu, at tað, sum hendi, var ikki ein ítróttarvanlukka, men eitt hernaðarligt hópdráp. Við hesum sipaðu tey ivaleyst til, at løgreglan tóktist ikki hava serligan hug at steðga ófriðinum á og uttan um vøllin í Port Said í gjárkvøldið.
Tríggir av fótbóltsspælarunum, sum upplivdu hendingina í gjárkvøldið, boðaðu í dag frá, at teir eru givnir at spæla. Teir tríggir spældu við felagnum Al-Ahly, sum var annað liðið í dystinum í gjárkvøldið.
Venjarin hjá Al-Ahly, portugisin Manuel José, hevur sum skilst biðið um at verða loystur úr starvinum, so hann kann sleppa aftur til Portugal.