Ófriður í Johannesburg

Ta seinastu vikuna hava samanbrestir verið millum innflytarar og harkalið í býarpartinum Alexandra í suðurafrikanska býnum Johannesburg. Higartil hava fimm fólk latið lív í samanbrestunum, og meiri enn 50 onnur eru endað á sjúkrahúsi við skotsárum ella knívsstungum, skrivar Reuters.

 

Løgreglan í Johannesburg sigur, at ófriðurin stendst av ágangi ímóti innflytarum úr Zimbabwe, Mozambik og Malawi, sum leita sær til Suðurafrika í vónini um at fáa okkurt arbeiði. Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Nelson Mandela hevur biðið suðurafrikanska fólkið venda áganginum ímóti innflytarunum bakið.