Friðleyst súlukvøld

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Týskvøld var avlýst fyri veður. Men mikukvøldið bar til. Tað er bara í Føroyum, at illveður er hvønn dag.
Eg var í Reykjavík. Og eg ætlaði mær út í Viðey at síggja friðarsúluna hjá syrgjandi einkjuni Yoko Ono Lennon (og sløkkja hana, súluna, um høvi beyðst og tað bar til).
Vit vóru har við skúrin hjá Elding, sum selur norðlýsi, stórhvalir og Viðoynna, skúrin í gomlu havnini nakað fyri klokkan átta um kvøldið. Átta aðrir útlendingar og eg.
Ferðaleiðarin, sum eisini seldi ferðaseðlarnar, bjóðaði kaffilíki úr lýsandi og blunkandi automatini, meðan vit bíðaðu eftir bussinum.
Tí vit skuldu við bussi fyrst. Tað var eitt sindur ókyrt í sjónum. Tað fór at rulla nakað, helt skiparin. So vit fóru ikki úr gomlu havnini, men úr góðshavnini, frá Skarfabakka. Haðani eru bara fimm minuttir at sigla út í Viðey.
Eg hugsaði um taka eina pisu við mær, tí illfýsið var. Men, nei, hetta var eisini ein arbeiðsferð onkursvegna, ein kanningarferð og ein underkoveraksjón.
Eingin býr í Viðey. So har var eitt sindur óunniligt at ganga við lummalykt í myrkrinum.
Har er hon so, Friðarsúlan, Imagine Peace Tower. 15 ljóskastarar senda bláu súluna fýra kilometrar upp í myrkrið yvir Viðey og Reykjavík.
Fyri at gera vart við heimsfrið, mannarættindi og náttúruvernd. Men bara 74 dagar um árið.
Fólk úr Italia hava vóru við, tá listaverkið varð gjørt í 2006-07. So helst eru ráhvítu flísarnar rundan um ljóskastararnar avlop frá onkrum baðirúmi hjá Berlusconi.
Imagine Peace, hugsa tær frið, á 24 málum, tó ikki føroyskum, er skorið í nógvar flísar. At hugsa ber altíð til.
Eg spurdi ferðaleiðaran, um Poul McCartney nakrantíð hevði verið har. Tað visti hon ikki, satt at siga.
Hann saknar neyvan heldur John Lennon, segði eg. Hon flenti bara.
Eg leitaði eftir leidninginum, so eg kundi hála hann úr stikkkontaktini, men har var eingin leidningur at síggja. Alt var innibyrgt og grivið niður. Tryggjað móti sabotasju. Friður við friðinum, meðni.
Í okkara ferðalagi var eingin Lennonápostul, heldur ikki nakað friðardýr. So eingin fall til kníggja at biðja.
Súlan verður tendrað 9.oktober (føðingardag Johns) og sløkt 8.desember (tá John Lennon varð avrættaður). Súlan lýsir ein tíma eftir sólsetur og slóknar á midnátt. Nakrar aðrar vetrardagar er eisini tendrað. Millum annað, tá Yoko fyllir 18.februar.
Á veg oman aftur á lendingina, steðgaðu vit í lítlu kirkjuni í Viðey. Har er eitt ynskitræ, sum Yoko Ono hevur gjørt. Lepar eru at skriva ynski á og heingja á træið. Øll ynskini verða goymdir, siga tey. Og í 2040, tá hevði John Lennon fylt hundrað, men tað ger hann so ikki, tí hann er langt síðani farin, í 2040 verða øll ynskini lisin. Tað verður stórarbeiði hjá, sum tað skal gera.
Eg giti, at flestu ynskini eru av tí banala slagnum, um frið í heiminum. Men heldur ikki í 2040 verður friður í heiminum.
Eg ætlaði at skriva “That Beatles and John Lennon are forgotten forever” á eitt lepablað. Men, nei, tað er blasfemi, gudsspottan. Fyri tað fyrsta vóru vit í einari kirkju. Og Beatles og John Lennon eru religión hjá nógvum. Bæði tann religiónin og allar aðrar áttu at verið bannaðar. Men blasfemi er at bróta vanligan fólkasið. So eg skrivaði einki. Friður fyri mær.
Vit fara úr kirkjuni oman á lendingina og sigla aftur til Reykjavíkar.
Bei,bei John Lennon. Eg fari at lurta eftir miðnámsgentum í kjóla spæla thrashpunk. Og drekka jólabjór afturvið. Tá eg gangi aftur til hotellið, er súlan sløkt.