Í friði og náðum í Dómkirkjuni

Mikudagin millum klokkan 17 og 18 verður enn einaferð møguleiki at koma inn í Dómkirkjuna til eina løtu í friði og náðum. Ella at fáa samtalu við ein prest.

- Hetta er ein møguleiki at sita í Harrans húsi í nærveru av krossi Krists. Har kanst tú sita í kvirru, fáa samtalu við prest og forbøn, um ynski er fyri tí, verður sagt.

Tiltakið hevur áður verið fyriskipað á hesum staði, her kirkjan stendur opin ein tíma. Hesa løtunu kunnu fólk sita í friði, tey kunnu samtala við ein prest, biðja framman fyri altarinum ella fáa forbøn fyri tí, sum liggur teimum á hjarta.

Í kirkjuni verður fullkomin friður, men ljósini á altarinum verða tendrað, eins og prestur situr við altarið, um brúk er fyri honum.

Fyrst Nánd-tiltakið var 23. februar, og verður nú tikið uppaftur mikukvøldið.