Hóast lagt var upp til rok á uppstillingarfundinum hjá Javnaðarflokkinum í norðara parti av Suðuroynni í dag, gekk fundurin stillisliga fyri seg. Jóannes Eidesgaard og Nita Næs umboða Javnaðarflokkin í norðara parti av Suðuroynni til løgtingsvalið. Á uppstillingarfundi hjá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag seinnapartin í dag vóru tvey valevni sett afturat á uppstillingarlistan hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið. Úti ímóti 50 limir í felagnum møttu upp til fundin, har tey bæði valevnini skuldu finnast. Bert Nita Næs úr Hvalba og Jóannes Eidesgaard vórðu skotin upp og vald.
Tað hevði annars ljóðað, at fundurin kundi gerast ein sannur gysari, um tað fór at verða stríðsval millum Jóannes Eidesgaard og Kristin Michelsen, sum Sverri Midjord skeyt upp á síðsta uppstillingarfundi. Av tí at felagið skuldi bara finna eitt mannfólk og eina kvinnu tá, kendi Jóannes Eidesgaard tað sum eitt misálit á seg sjálvan, at Sverri Midjord royndi at elva til stríðsval til uppstillingina. Hóast Kristin Michelsen tók seg av listanum tá, hevur ivi síðani verið um listan hjá felagnum, og um stríðsval fór at vera millum hann og løgmann í dag.
Men hvørki Sverri Midjord ella Kristin Michelsen møttu upp á uppstillingarfundinum í dag, og vóru tey bæði Jóannes Eidesgaard og Nita Næs vald.