- Tað sigur seg sjálvt, at tað vil altíð verða onkur hending, tá 8.000 fólk eru savnað á einum stað, men festivalurin við Múrin hevur verið so friðarligur, sum eitt vanligt lívligt vikuskifti.
Tað sigur vakthavandi á politistøðini.
Okkurt hevur tó verið at gjørt. Teir boðsendu sjúkrabilinum seks ferðir, men talan var kortini um smásnuddir, so sum keiktan fót og onkur, sum hevði skorið seg eitt sindur.
- Vit tóku fýra fólk inn á løgreglustøðina at sova rúsin av sær, og í trimum førum máttu vit hála fólk til viks, tí tey dugdu sær ikki hógv, sigur vakthavandi.
Eisini vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning í sambandi við festivalin, og í einum føri varð ein persónur ákærdur fyri brot á vápnalógina. Hann hevði sproyta onkran við piparspray.
- Annars var tað mest bara talan um full fólk, nøkur teirra vóru sovnað, men tað er rættiliga vanligt til slík tiltøk, sigur vakthavandi.
Lítið av rúsevnum
Tað ljóðaði, at hópurin av rúsevnum vóru á festivalinum, og eisini løgreglan var vitandi um, at so var.
- Vit fingu at vita frá fólki, at nógv rúsevni var millum ungfólk á festivalinum, men tað er sera trupult hjá okkum at fáa hendur á tí. Tað er so ógvuliga lætt hjá fólki at sleppa sær av við rúsevnið, serliga um tað er í tablettformi ella í pulvurformi. So er bara at opna lógvan, so er tablettin ella pulvurið burtur í grasinum ella rununi, sigur vakthavandi.
Løgreglan legði kortini hald á nakað av rúsevnum, men talan var ikki um tað heilt stóra. Eitt sindur av ecstasy og amfetamin.
Men alt í alt ein rættiliga friðarligur festivalur fyri løgregluna.