Í dag er eftir ætlan seinasti tingfundur í hesi tingsetuni og tað merkist, at spenningur er á tingi. Tingformaður hevur fleiri ferðir átalað tingfólk, tí so nógvur ófriður er í tingsalinum.
Jógvan á Lakjuni, tingformaður, hevur ferð eftir ferð átalað tingfólk, og Gerhard Lognberg, sum eina løtu sat á formanspallinum, heitti á tingfólk um at halda sínar smáu fundir aðrastaðni í húsinum enn ikki í tingsalinum.










