Friðarligari enn væntað á Landssjúkrahúsinum

Tað hevur gingið heldur friðarligari fyri seg á ólavsøku í ár í mun til okkurt undanfarið ár. Í øllum førum at døma eftir tí, teir hava merkt á skurðdeildini á Landssjúlrahúsinum

Tað hevur ikki verið so nógv eyka at gjørt á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum um ólavsøkuna í ár.

Vakthavandi yvirlækni á skurðdeildini í gjár, svenskarin Anders Larsson sigur, at tað hava verið nakrir smærri skaðar, millum annað av slagsmálum og av at onkur er dottin í fyllskapi. Skaðarnir hava tó ikki havt so nógv uppá seg, og í gjár vóru tey flestu sluppin heim aftur.

Sjálvur hevur Anders bara arbeitt á Landssjúkrahúsinum í stutta tíð, og veit hann tí ikki, hvussu tað hevur verið undanfarnu ólavsøkur. Teir, sum høvdu havt vakt ólavsøkudagarnar, søgdu tó frá, at tað hevði verið friðarligari á skurðdeildini enn væntað.

Konan, sum varð innløgd eftir ferðsluóhappið í Havn ólavsøkudag, hevði ikki fingið stóran skaða. Hon hevði verið uttan vit í stutta tíð og hevði eisini fingið nakrar snuddir í andlitið. Hon fór til hús aftur í gjár.